Leygardagin varð eitt brúdleyp í afghanska høvuðsstaðnum Kabul rakt av einari sjálvmorðsbumbu.
63 doyðu og útvið 200 vórðu særd í mest drápliga álopinum í Afghanistan í ár. IS tók ábyrgd fyri álopinum.
Í dag er frælsisdagur í landinum. Afganistan gjørdist aftur sjálvstøðugt tjóð hendan dagin fyri 100 árum eftir eina avtalu við Bretland.
Á degnum hevur forsetin Ashraf Ghani sagt, at Afghanistan vil leggja Islamiskan Stat í oyði. Hetta kemur eftir ógvusliga álopi leygardagin.
Øll hátíðarhald hava verið í minni skapi og við minni gleði, enn ætlað var orsakað av hópdrápinum í brúdleypinum. Ghani segði, at álopi var barbáriskt, og gav Taliban part av skuldini fyri at hava skapt ein "pall fyri terrorisme" Taliban hevur úttalað seg, um at USA burdi havt forðað álopinum, og at Afghanistan burdi verið latið til afganar.
TV 2 skrivar, at Islamiskur Statur er í tí eystara og norðara parti av landinum. Yvir 32.000 sivil eru dripin í Afghanistan seinasta áratíggju, og tað verður mett, at tað verður sera trupult at fáa frið í landinum í Miðeystri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald