Innanlands

A, B og C ganga fram - Tjóðveldi og Sjálvstýri høvdu mist ein tingsess

Tað vísir nýggj veljarakanning sum Spyr.fo hevur gjørt

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og løgmaður og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum fyri Sambandsflokkin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og løgmaður og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum fyri Sambandsflokkin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-11 19:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ganga báðir fram við nærum tveimum prosentstigum í mun til valið, og vinna sær ein tingsess afturat, og fáa sostatt 8 tingsessir. Fólkaflokkurin gongur eitt sindur fram, men ikki nokk til at fáa níggjunda sessin.

Tað er úrslitið av veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi mikudagin.

Sambært kanningini gongur Tjóðveldi aftur við 2,3 prosentstigum, og fer frá seks tingsessum niður á fimm við 15,8 prosentum av atkvøðunum. Sjálvstýri gongur eisini aftur, og fær 1,9 prosent av atkvøðunum. Hetta er 1,5 prosentstig lægri enn á valinum, og hevði ikki verið nokk til ein tingsess.

Framsókn gongur fram við hálvum prosentstigi og varðveitir sínar báðar sessir. Miðflokkurin gongur fram við 0,6 prosent stigum og varðveitir eisini sínar báðar sessir.

Korona kann hava sína ávirkan

Samgongan varðveitir meirilutan í tinginum við 18 tingsessum meðan andstøðan hevði havt 15 tingsessir.

Vit eru í serstøkum tíðum við koronasmittu, sum herjar um allan heimin. At flokkarnir í stjørnini ganga fram, og at Sambandsflokkurin sum hevur løgmann, vinnur ein tingsess, er helst tekin um, at veljarin er nøgdur við handfarðingina av korona.

Allir flokkar á tingi hava samstarvað um hjálparpakkarnar sum higartil eru gjørdir.

0,8 prosent høvdu atkvøtt blankt, og 0,8 prosent høvdu ikki farið á val. 10,6 prosent svaraðu, at tey ikki høvdu tikið støðu.

Óvissan í kanningini er millum 0,4 og 3,7 prosentstig. Kanningin byggir á 500 veljarar, sum Spyr.fo spurdi mikudagin.

Býtið

Fólkaflokkurin, 24,8% (Val 2019, 24,5%)
Sambandsfokkurin, 22,4% (Val 2019, 20,3%)
Javnaðarflokkurin, 24,1% (Val 2019, 22,2%)
Sjálvstýri, 1,9% (Val 2019, 3,4%)
Tjóðveldi, 15,8% (Val 2019, 18,1%)
Framsókn, 5,1% (Val 2019, 4,6%)
Miðflokkurin, 6,0% (Val 2019, 5,4%)

Fólkaflokkurin, 8 sessir (Val 2019, 8)
Sambandsfokkurin, 8 sessir (Val 2019, 7)
Javnaðarflokkurin, 8 sessir (Val 2019, 7)
Sjálvstýri, 0 sessir (Val 2019, 1)
Tjóðveldi, 5 sessir (Val 2019, 6)
Framsókn, 2 sessir (Val 2019, 2)
Miðflokkurin, 2 sessir (Val 2019, 2)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder