![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein tilburður var staðfestur í Klaksvík í gjár, og tað hevur havt við sær langar bíðirøðir til koronakanningar í dag.
Viðkomandi, sum í gjár varð staðfestur positivur var á skeinkistaðnum Jacqson, sum á seinasta sinni hevði opið leygarkvøldið.
Nógv fólk høvdu leitað sær oman til endabrestin á væl umtøktu barrini í fiskivinnuhøvuðsstaðnum. Løgreglan upplýsir fyri Kringvarpinum í dag, at eini 250 fólk vóru inni, og áleið tað sama uttanfyri skeinkistaðið.
Jacqson lat aftur klokkan 3 um náttina.
35 fólk afturat eru farin í sóttarhald, og samlaða talið av fólki í Føroyum, sum eru í sóttarhaldi er 80.
Viðkomandi, sum er smittaður í gjár var júst komin heim úr útlondunum.
Í Klaksvík eru tey annars sloppin væl undan covid-19 í hesum seinna umfarinum. Síðani 1. juli eru bara fýra tilburðir staðfestir í Norðoyggjum.
11 fólk eru staðfest positiv við covid-19 í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald