Innanlands

Á fyrsta sinni: 25 hava fingið prógv í námsfrøðiligari leiðslu

Fyri trimum árum síðani bleiv diplomútbúgvingin í námsfrøðiligari leiðslu bjóðað út á fyrsta sinni, og eftir hálvumtriðja ári á skúlabeinki fingu 25 prógv í gjár

2020-06-10 12:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Útbúgvingin er soleiðis samansett, at fyrstu 30 ECTS-stigini verða brúkt til at koma upp á bachelorútbúgving, og næstu 30 ECTS-stigini er útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.

Útbúgvingin er ætlað skúlastjórum, skúlaleiðarum og teimum, sum hava í huga at arbeiða við skúlaleiðslu.

Yvirskipað snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at styrkja leiðandi førleikarnar hjá skúlastjórum og skúlaleiðarum, soleiðis at hann ella hon á besta hátt kunnu stimbra fakligu og sosialu førleikarnar hjá einstaka læraranum. Eisini snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at stimbra samstarvið hjá einstaka læraranum við næmingin og foreldrini.

Tað er Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Glasi, sum hevur skipað leiðsluútbúgvingina.

- Tað er gleðiligt, at tey, sum ganga á odda í skúlunum kring landið, kunnu taka leiðsluútbúgving í Føroyum. Sjálvt um skúlaleiðslurnar sum heild rigga væl, hevur leingi verið tørvur á, at skúlaleiðslurnar verða fakliga styrktar, so dagurin í dag er eitt stórt fet rætta vegin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder