![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu verður latin persóni, stovni ella fyritøku, sum á onkran hátt hava gjørt eitthvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama.
Í ár varð Grøna Virðislønin latin Á-samtakinum og Dugna fyri teirra samstarvsátak, Láninet.
Endamálið við hesum láninetinum er at minka um nýtsluna av plasti. Láninetini eru keypsnet hjá Á-handlunum, seymaði úr endurnýtslutilfari, sum eru sniðgivin og tilvirkaði á Dugna.
Láninetini eru við til at minka um nýtsluna av plasti i Føroyum, og hetta hevur stóran týdning fyri okkara umhvørvi.
– Tað er torført at sleppa undan øllum plastinum, men um vit sum handil vísa á aðrar valmøguleikar, so vóna vit, at vit eru við til at stimbra til eina hugburðsbroyting á grøna økinum. Hetta er ein ómetaligur stórur heiður, og vit eru so glað og rørd fyri bæði virðislønina og góðu móttøkuna, ið Láninetini hava fingið, tí hetta er ein staðfesting av, at vit eru á rættari kós, sigur nevndin í Á-samtakinum.
Hetta er aðru ferð, at Á-samtakið fær Grønu virðislønina frá Tórshavnar Kommunu. Fyrstu ferð var í 2017, og tá var tað fyri appina Too Good To Go, ið skal minka um matoyðsl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald