Landsstýriskvinnan við almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur í dag verið á ráðharrafundinum innan mentan í Reykjavík.
Landsstýriskvinnan nýtti høvið til at greiða frá, at mentanarøkið er raðfest á føroysku fíggjarlógini, skrivar Almanna- og mentamálaráðið.
Samgongan hevur við lóg styrkt fíggjarstøðuna hjá Kringvarpinum og undirritað nýggjan public-service sáttmála fyri árini 2024 til 2028. Sáttmálin hevur ásetingar um at styrkja føroyskt mál, føroyskt talgilt tilfar til børn og ung, fólkaræði, javnstøðu og at menna tænastur til teirra, sum bera brek.
Landsstýriskvinnan kom inn á ta nýggju játtanina til framleiðslu av tilfari til børn og ung, ið hevur til endamáls at styrkja føroyska málið. Uppskot til kunngerð um hetta er farin til ummælis. Eisini kunnaði landsstýriskvinnan um átakið “Føroyar lesa”, sum varpar ljós á lesigleði og týdningin av at lesa - og fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar
Føroyska málið fylti nógv í frágreiðingini hjá landsstýriskvinnuni. Aðalorðaskifti hevur verið um Málráðið, og Málráðið er styrkt við øktari játtan. Hon vísti eisini á orðabøkurnar hjá Sprotanum, sum landið er við til at fíggja, og sum er ókeypis til øll.
Landsstýriskvinnan nevndi ta nýggju bókasavnslógina, ið kom í gildi í ár, ið eitt nú áleggur kommununum at veita bókasavnstænastur. Lógin heimilar, at føroyskar ljóðbøkur lógliga verða lagdar á netið til láns.
Landsstýriskvinnan greiddi frá uppskotinum til kunngerð, ið er send til ummælis, og sum leggur filmsstuðulin til Mentanargrunnin at umsita til tess at tryggja armslongd. Arbeitt verður eisini við at raðfesta filmsframleiðslu í Føroyum, soleiðis at føroyskur filmur vónandi skjótt verður innstillaður til norðurlendska heiðursløn.
Innan ítróttina er nýggj lóg samtykt, sum tryggjar fíggjarligan stuðul til oyggjaleikirnar, ið verða í Føroyum í 2027. Nýggja stórhøllin, við Tjarnir, ið landið við lóg hevur stuðlað við 30 milliónum krónum, fer helst at verða brúkt í sambandi við leikirnar.
At enda Sirið Stenberg fyri raðfestingina av Norðurlandahúsinum, og nýtti samstundis høvið til at greiða frá arbeiðinum at leggja Norðurlandahúsið um til grøna orku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald