
Í 2025 er tað vorið møguligt at fara á tykisferð í ymiskum føroyskum kirkjum. Hetta merkir, at ein kann kanna ymisku kirkjurnar nærri á alnótini - har tað bæði er visuelt og eisini kunning.
Les eisini: Á tykisferð inn í føroysku kirkjurnar
Nú er møguligt at fara á tykisferð í Haldórsvíkar kirkju. Hetta er sjeynda kirkjan í Føroyum, sum er tøk til tess.
- Áttahyrnta kirkjan, hvørs altartalva er oljumynd eftir Torbjørn Olsen, avmyndar heilagu kvøldmáltíðina. Tað er eyðsýnt, at listamaðurin hevur nýtt føroyingar sum fyrimynd. Hetta ber nú til at kanna á skíggjanum.
Fólkakirkjan skrivar, at Haldórsvíkar kirkja varð vígd og tikin í nýtslu 2. sunnudag í advent í 1856. Hammershaimb prestur vígdi kirkjuna.
Higartil eru Christianskirkjan, gamla Gøtu kirkja, Sandavágs kirkja, Húsavíkar kirkja, Kvívikar kirkja, Eiðis kirkja og Haldórsvíkar kirkja tøkar.
Ætlandi verður Hvannasunds kirkja tøk um tvær vikur.
Yvirlitið yvir Tykisferðir sæst HER.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald