Innanlands

Á veg í tingið við lógarbroyting um at stongja skeinkistøð

Smittuvandin er størst har fólk veruliga vilja liva og hava tað stuttligt út á teir seinu tímarnar, sigur løgmaður

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-06 19:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bárður á Steig Nielsen er nú á veg í tingið við einari lógarbroyting sum skal loyva løgregluni at steingja dansi- og skeinkistøð, sum ikki halda tilmælini um at lata aftur tíðliga um kvøldi.

Tað segði hann við útvarpið í kvøld.

Tað varð kunngjørt á seinasta tíðindafundi, at man fór at arbeiða við einari tílíkari heimild. Skeinkistøðini kring landið hava seinastu vikurnar latið aftur um midnáttarleitið og onkur til klokkan 2 ella longri um náttina.

- Smittuvandin er størst har fólk koma saman í veitslulag, á festivalum og á barrum, har sum fólk veruliga vilja liva, og hava tað stuttligt út á teir seinu tímarnar. Tað er har vit hava sæð tær heilt stóru smittuketurnar í øðrum londum, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, við útvarpið í kvøld.

- Eisini í teimum londunum, har smittan hevur verið fallandi og er tendrað í aftur. Tað er tann vandin sum vit síggja fyri okkum, segði løgmaður.

heimasíðan hvat.fo tosaði við Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, ljóðaði tað ikki sum at skeinkistøð høvdu nakað at óttast í nærmastu framtíð.

- Vit arbeiða við at kanna, hvørjar møguleikar eru, men vit eru ikki komin so langt enn við hesum. Eg veit heldur ikki, hvat mann kann seta í verk av hesum, og tað verður nokk eisini bara talan um at seta heimildina í verk, um tað veruliga verður brúk fyri henni. Um vit eitt nú fáa fleiri smittaði aftur, segði hann við hvat.fo hósdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder