Innanlands

ADHD Felagið bjóðar til kafé á Tvøroyri

Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á ADHD í nærumhvørvinum, og tí kemur felagið til Suðuroynna 4. august. Sjálvhjálparbólkar, ið eru stovnsettir í oynni, verða umrøddir

- Endamálið við ADHD kaféini er at fáa samband við fólk, sum eru áhugað í at vera sjálvboðin í ADHD felagnum í Suðuroy (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Endamálið við ADHD kaféini er at fáa samband við fólk, sum eru áhugað í at vera sjálvboðin í ADHD felagnum í Suðuroy (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-25 20:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nógvur eftirspurningur hevur verið eftir at fáa ADHD felagið til Suðuroyar. Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á ADHD í nærumhvørvinum. Og tí koma vit nú til Suðuroynna.

Soleiðis skrivar ADHD Felagið í skrivi í dag. Í samstarvi við Tvøroyrar kommunu fer felagið at skipa fyri einari sonevndari ADHD kafé í næstu viku.

Hetta verður í SALT á Drelnesi sunnudagin 4. august klokkan 14:00 Á skránni verður prát, skemt og álvara. Evnið verður sjálvhjálparbólkar, har møguleiki verður at melda seg til bólk í Suðuroy.

- Endamálið við ADHD kaféini er at fáa samband við fólk, sum eru áhugað í at vera sjálvboðin í ADHD felagnum í Suðuroy. Vit ynskja at fáa ADHD meira sjónligt í Suðuroy og ynskja tí at finna fólk, sum kunnu standa fyri 6-10 ADHD kaféum um árið.

Tað hevur stóran týdning fyri at hava tilboð til limirnar í nærumhvørvinum, og tí er vónin hjá ADHD-felagnum at fáa fleiri sjálvboðin í Suðuroynni.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder