Fríggjadagin 7. juli góvu ungu klaksvíkingarnir úr Adrenaline út nýggja staklagið "DNA", og fríggjadagin varð so tilhoyrandi sjónbandalag givið út á YouTube.
"DNA" er sætta staklagið hjá bólkinum. Millum løgini, sum bólkurin seinastu árini hevur givið út eru "Spillikassin", "Bjarta", og "Eg vil koyra skjótari".
Nýggjasta sjónbandalagið hjá Adrenaline er tikið upp í gomlu brandstøðini í Klaksvík. Eyðbjørn Jacobsen hevur staðið fyri upptøkum og viðgerð. Hans Edward Andreasen hevur staðið fyri ljóðupptøkum og viðgerð.
Adrenaline er mannaður av: Jónas Jacobsen (sang), Tórður Sóleyarson (gittar), Niclas Høgnesen (bass), og Høgni Sørensen (trummur).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald