Føroyar verða aftur væl umboðaðar á almennu skránni til The Great Escape Festival í ár. Marianna Winter, Brimheim og Æðrasopper eru kunngjørd, og eitt fjórða tónlistafólk kemur seinni, upplýsir Faroe Music Export í tíðindaskrivi.
The Great Escape Festival er ein tríggjar dagar long tónleikastevna, ið verður skipað í Brighton í Onglandi hvørt ár í mai. MAMA-festivalar skipa fyri, og her verður vístur nýggjur musikkur úr fleiri sjangrum.
Stevnan varð stovnað í 2006 og umleið 300 bólkar spæla á 30 pallum kring allan býin.
Stevnan dregur tónleikavinnufólk úr øllum Evropa og øðrum pørtum av heiminum til sín, og hevur ferð eftir ferð víst seg at vera ein týðandi lopfjøl á yrkisleiðini hjá tónlistafólkum. Og ikki minst ein makaleysur møguleiki fyri at presentera seg fyri teimum størstu og týdningarmestu aktørunum, serliga í live-vinnuni.
The Great Escape er kend fyri at vera ein showcasefestivalur, har aktørar kunnu finna nýggj talent, og fólk sleppa at uppliva tónleikarar á einum meiri inniligum leikpalli, áðrenn teir spæla á teimum stóru pallunum kring um í heiminum.
Millum tann stóra skaran av tónleikarum, ið hava spælt á The Great Escape tíðliga á yrkisleiðini, eru mæt nøvn sum Ed Sheeran, Adele, Sigrid, Aurora, Rag'n'bone Man, John Grant, Michael Kiwanuka, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Laura Marling og mong onnur.
Brimheim var eisini við á The Great Escape í fjør. Biðin um at koma aftur í ár (Savnsmynd: Jamie McMillan)
Fyri ikki at gloyma: Í 2022 settu Føroyar sín dám á festivalin og býin við fyri fyrstu ferð at hava heili fýra listafólk á tí almennu skránni.
Føroysku tónleikararnir fara at spæla í minsta lagi á tveimum almennum konsertum hvør á festivalinum.
Í samstarvi við G! Festivalin verður eisini skipað fyri einum dagtiltaki í føroyskum høpi. Her fara øll tey føroysku tónlistafólkini at spæla, og tiltakið er opið fyri umboðum úr tónleikavinnuni og almenninginum. Eisini henda konsertin er partur av tí almennu skránni. Í fjør varð hesin parturin rættiliga væl vitjaður, og afturmeldingarnar hava bara verið góðar.
Glenn Larsen, leiðari fyri Faroe Music Export, FMX, sigur í viðmerking:
- Vit eru so sera fegin um aftur at hava fingið so nógv pláss á eini so týdningarmiklari stevnu sum The Great Escape. Tónleikararnir, ið spældu í fjør, hava allir upplivað fleiri positivar reaktiónir sum ringar í vatni við nýggjum avtalum og nýggjum sambondum og ikki minst fleiri útlendskar spæliavtalur. Vit kunnu av sonnum siga, at nógvir útlendingar í tónleikavinnuni løgdu merki til bæði Føroyar og teir føroysku tónleikararnar. Brimheim spældi sum kunnugt eisini í 2022, men er nú boðin aftur til The Great Escape fyri at spæla meiri profilerað spot/slot. Hjá Æðrasoppum og Mariannu Winter er hetta fyrsta stig út í Evropa. Tey vórðu bæði bíløgd eftir, at bookingstjórin hjá The Great Escape hevði verið á G! Festival í fjør. Eg eri sannførdur um, at tey fara at fáa nógv burtur úr hesum høvi
The Great Escape er í Brighton í døgunum 10. til 13. mai.
Æðtasoppar
Marianna Winter
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald