Innanlands

Ætla at bera skjótt at í rættarnevndini

Orðaskiftið í fyrstu viðgerð er av, og løgtingsfundur er settur at vera longu mánadagin seinnapart. Tá verður væntað, at uppskotið kemur úr nevnd aftur

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-18 15:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani í morgun hevur løgtingið viðgjørt uppskotið hjá Helga Abrahamsen, um at tryggja neyðug undantøk hjá Almannaverkinum.

Nú stutt fyri klokkan 15 vóru ikki fleiri, sum høvdu biðið um orðið, og Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður boðaði frá, at tingfundur verður aftur mánadagin klokkan 16.

Á skránni er framløga, og sostatt verður væntað, at álit kemur úr rættarnevndini longu mánadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder