Mentan

Ætla at gera faktorhúsini til mentanardepil

Vestmanna bygdarráð hevur samtykt at selja faktorhúsini, pakkhúsið og hjallin til felag undir stovnan hjá Jonhardi Mikkelsen

(Mynd: ZETA arkitektar)

(Mynd: ZETA arkitektar)

2023-11-18 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vestmanna bygdarráð samtykti einmælt á fundi tann 15. november at selja faktorhúsini, pakkhúsið og hjallin til felag undir stovnan hjá Jonhard Mikkelsen. Freistin at senda inn uppskot var tann 03. nov í ár. Nevnda felag sendi inn útgreinað uppskot.

Málið er at gera Fitjar til ein mentanardepil – ikki bara fyri vestmenningar, men ein, ið eigur megi at draga fólk til sín og savna fólk úr øllum heraðshornum.

Tað verður gjørt við áhugaverdum tiltøkum og góðum stuttfluttum mati í hesum serstakliga vakra og hugnaliga umhvørvi.

Faktorhúsini verða skrivstova, fyrilestrarhøli og kaffistova
Faktorhúsini verða umvæld í samsvari við upprunaliga sniðið.

Í uppskotinum verður lagt upp til nakrar broytingar í innrættingini. Tað er umráðandi fyri ætlaðu nýtsluna og verður gjørt við virðing fyri søguliga virðinum og byggilistini í húsunum. Ætlanin er, at faktorhúsini skulu nýtast til skrivstovu, fyrilestrarhøli og kaffistovu.

[object Object](Mynd: ZETA arkitektar)

Fyrilestrarhøli
Eystara lonin er ætlað til kaffistovu og fyrilestrarhøli. Lagt verður upp til at gera nakrar broytingar í hesum partinum á húsunum soleiðis, at eitt stórt avlangt rúm fæst burturúr, sum er rúmligt og opið upp í tróður. Rúmið verður innrættað við nýggjum sniðgivnum innbúgvi s.s. stólum og lampum, ið greidliga skilja seg frá dáminum á husunum annars.

[object Object](Mynd: ZETA arkitektar)

Kaffistova
Miðlonin í faktorhúsunum verður umvæld í samsvari við upprunaliga sniðið og nýggjur køkur og vesi gerast.

Miðlonin er, umframt at vera bindiliður millum lonirnar, eisini móttøka.

[object Object](Mynd: ZETA arkitektar)

Skrivstova
Vestara lonin í faktorhúsunum verður umvæld og innrættað sum skrivstova við plássi til 2-4 starvsfólk.

[object Object](Mynd: ZETA arkitektar)

Pakkhúsið verður gjørt til fyrilestrar og tiltøk
Pakkhúsið verður umvælt í samsvari við upprunaliga sniðið. Viðurin verður reinsaður, húsini bjálvað uttan, og flag lagt á tekjuna. Við hesum umvælingum fáa húsini bæði ein felags dám, og tá ið túnið er steinsett, og vøksturin kring húsini er komin fyri seg, verður staðið sjónligari sum ein søguligur býlingur í bygdini. Lagt  verður upp til at verandi innveggir og hæddarskilnaðurin verður tikin niður, so opið verður upp í tróður.

Ætlanin er, at pakkhúsið skal nýtast til fyrilestrar, skeiðvirksemi og onnur tiltøk, ið fólk kunnu leiga húsið til. Suðureftir er ætlanin at gera 3 stór vindeygu, sum líkjast opnum neystalúkum.

Á myndini er víst støða við skeiðsvirksemi í bygninginum

[object Object](Mynd: ZETA arkitektar)

Uppskotið er treytað av at loyvi fæst til neyðugu broytingarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder