Innanlands

Ætla at skapa burðardygt rørslutilboð í Suðuroynni

At rógva kajakk er heilsugott fyri likam og sál, og harumframt hvørki dálkar ella slítur tað upp á okkara náttúru. Vágsfjørður er vælegnaður til kajakkróður, tí hann er langur, smalur og grunnur, og er endamálið at kunna bjóða hetta tilboð til øll áhugaði, sigur stigtakarin handan Suðuroyar Kajakk, sum sóknast eftir stuðli umvegis Hópfígging

Tað er Eyðfinn Debes, sum hevur tikið stig til Suðuroyar Kajakk

Tað er Eyðfinn Debes, sum hevur tikið stig til Suðuroyar Kajakk

2021-06-07 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður sóknast eftir fígging til nýtt rørslutilboð í Suðuroynni. Suðuroyar Kajakk eitur verkætlanin, sum sóknast eftir 60.000 krónum á heimasíðuni Hópfígging.fo.

– Endamálið við Suðuroyar Kajakk er at skapa eitt burðardygt rørslutilboð, sum fremur sálarliga og likamliga heilsu. At rógva kajakk er heilsugott fyri likam og sál, og harumframt hvørki dálkar ella slítur tað upp á okkara náttúru. Vágsfjørður er vælegnaður til kajakkróður, tí hann er langur, smalur og grunnur, og er endamálið at kunna bjóða hetta tilboð til øll áhugaði. Bæði til tey, ið búgva í oynni, og til tey, ið vitja hana, skrivar Eyðfinn Debes, stigtakari handan Suðuroyar Kajakk.

Hann ætlar í fyrsta umfari at bjóða Sit on top kajakkir til útleigan á Vágsfjørði. Málbólkurin er bæði familjur, bólkar og einstaklingar. Sit on top kajakkir eru vælegnaðar til fólk, sum ikki hava roynt kajakróður áður, og tí kunnu øll vera við.

37 dagar eru eftir at stuðla verkætlanini umvegis Hópfígging, og í skrivandi stund eru longu beint omanfyri 14.600 krónur komnar inn.

Eydnast tað at fáa allar 60.000 krónurnar, sum sóknast verður eftir, verður tilboðið longu klárt í summar, verður upplýst.

Ynski er eisini at keypa ein vogn til kajakkirnar, soleiðis at til ber at koyra runt oynna við teimum. Seinni er ætlanin, at bjóða vanligar havkajakkir og SUP fjalir til útleigan.

Eitt gamalt neyst í Vági er eisini keypt til endamálið, og skal tað umvælast, so karmarnir til tilboðið verða so góðir sum møguligt. Staðsetingin av neystinum er góð, mitt í býnum, tætt við fiskaplássið á Løhamri, verður sagt. Tað síðsta, ið skal gerast í neystinum, er eitt vælveruøki, sum gevur rógvarum møguleika fyri at bíleggja eina tíð til gosbað, eftir ein góðan kajaktúr á Vágsfjørði.

Meira kunning um verkætlanina sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder