Í summar verður farið undir arbeiðið at tryggja bakkan í Kirkjubø. Byrjað verður undir Líkhúsi har verjan verður umvæld og styrkt. Ætlanin er at høvuðsumvæla verjugarðin og styrkja undirstøðið við at stoypa ein kant niðast við. Um játtanin røkkur, verður farið víðari við múrverkinum niðan fyri Ólavskirkjuna.
Tað upplýsir Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum í skrivligum svari til Heðin Mortensen, tinglim.
Heðin Mortensen vildi hava at vita, hvørjar ætlanir eru um at verja søguligu bygningarnar og fornleivdirnar í Kirkjubø, sum eru í vanda fyri at fara fyri bakka orsaka av brimi og uppgangi.
Landsstýrismaðurin greiðir í svari sínum frá, at Landsverk og Tjóðsavnið hava gjørt eina ætlan fyri bakkaverju og fyri at verja fornminnini í Kirkjubø.
Ætlanin fevnir um ein nýggjan breiðari verjumúr framman fyri Ólavskirkjuna, - at tryggja vegin niðan fyri Kirkjubømúrin við størri verjugróti, og at leggja verjugrót fram við bakkanum út til Líkhús, sum liggur sunnan fyri Múrin, og umvæla verjumúrin har. Í alt er talan um 250 metrar av bakkaverju.
Upprunaliga var ætlanin at leggja bylgjubrótarar út fyri, men eftir at hava kannað dýpið og alduviðurskiftini á staðnum nærri, mælir Landsverk frá at leggja bylgjubrótarar úti í víkini.
Samlaði kostnaðurin av bakkaverjuni í Kirkjubø er mettur til 2,5 milliónir krónur. Játtanin til bakkaverjur er ein millión krónur í ár, og arbeiðið kemur tí eftir ætlan at taka tvey ár afturat, stendur í svarinum frá Jenisi av Rana.
Brúkast skal grót av høgari góðsku til arbeiðið, og tí kann grótið úr Sandoyartunnlinum ikki brúkast sum verjugrót. Men einir 500 rúmmetrar av gróti úr tunnlinum kann brúkast sum kjarnugrót í bakkaverjuni. Tilsamans skulu um 1.600 rúmmetrar av gróti brúkast til ætlaðu bakkaverjuna í Kirkjubø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald