Innanlands

Ætlar at dagføra dagstovnalógina

Landsstýrismaðurin í barna - og útbúgvingarmálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera tilmæli við atliti at dagføra dagstovnalógina

2024-10-15 21:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna - og útbúgvingarmálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera tilmæli við atliti at dagføra dagstovnalógina.

Lógin, sum hevur verið galdandi í yvir 24 ár, er grundarlagið undir føroysku dagstovnum. Síðan lógin bleiv sett í gildi hevur samfelagið verið fyri týðandi broytingum, sum hava havt við sær broytt krøv og væntanir til leiklutin og virksemi hjá dagstovnum. Hóast hesa broyting, eru bert smærri tillagingar gjørdar í lóggávuni.

Neyðugt er at tryggja, at lóggávan speglar verandi samfelagsviðurskifti og stuðlar undir barnsins menning og tørv hjá nútíðar familjuni, og tí er tørvur á at dagføra dagstovnalógina.

Í arbeiðsbólkinum eru Janus Haraldsen, umboð fyri Kommunufelagið, Jan Lauritsen, umboð fyri dagstovnaøkið, Jónhild Abrahamsen, umboð fyri dagstovnaøkið, Sarah Einarsson, umboð fyri Sernám, Sanna á Løgmansbø, umboð fyri Pedagogfelagið, og Eva Klein, forfólk og umboð fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Miðað verður ímóti at handa landsstýrismanninum álitið miðjan januar 2025.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder