Innanlands

Ættarbandsskráin tøk í Vanga-appini

Ættarbandsskráin hevur verið á Vanganum frá byrjan og er ein hin mest vitjaða síðan á Vanganum. Higartil hevur hon tó bara verið tøk á teldu

2024-06-12 13:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú kunnu øll, ið dáma at fáast við ættargransking og eru áhugað í familjusambondum, brúka Ættarbandsskránna í Vanga-appini. Ættarbandsskráin hevur verið á Vanganum frá byrjan og er ein hin mest vitjaða síðan á Vanganum. Higartil hevur hon bara verið tøk á teldu, men nú er hon loksins við í Vanga-appini eisini.

Vangin og Ættarbandsskráin hava verið virkin í útvið fýra ár. Skjótt varð greitt, at føroyingum dámar best at vera á telefonini, og uml. 85 % av allari ferðsluni á Vanganum er í appini. Tí var eyðsæð, at Ættarbandsskráin eisini skuldi verða tøk á telefonini.

Í Ættarbandsskránni fært tú eitt yvirlit yvir tína ætt í beinari linju, í nøkrum førum heilt aftur til norrøna miðøld. Sært tú eina villu í upplýsingunum, ella hevur tú nýggja skráseting, kanst tú boða Heilsustýrinum frá og viðfesta skjalfesting sum próvgrund.

Stóri áhugin fyri Ættarbandsskránni sæst eisini aftur í øllum rættingunum, sum fólk longu hava sent Heilsustýrinum. Tá ið arbeitt verður við so stórum mongdum av dátum, kunnu feilir koma fyri.

Síðan Ættarbandsskráin kom á Vangan, er dátugóðskan nógv hækkað júst orsakað av rættingum frá fólki.

Dáturnar í Ættarbandsskránni eru m.a. úr kirkjubókum, fólkateljingum og Landsfólkayvirlitinum.

Heilsustýrið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder