2019-07-26 14:21
Við eini rúgvu av ljóðførum, eini rúgvu av snedigum søgum og eini rúgvu av stuttligum sangum, fara Dánjal og Búi aftur á pall á ólavsøku.
Seinastu 15 árini hava teir báðir skrivað eitt ótal av barnasangum.
Tey flestu kenna Grækaris Grashøvd, Snedigt og Bob tann feiti rúmdargrísurin, sum í dag at kalla eru fólkaogn.
Á ólavsøku á Tjóðpallinum í Tórsgøtu verða hesir og fleiri aðrir kendir sangir at hoyra.
Framførslur verða 27., 28., 29. og 30. juli klokkan 16 og 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald