Innanlands

Aftur ein roynd at senda føroyingar til hernaðartænastu

- Tað er propaganda at trútta ”ein sonevndan ríkisfelagsskap” niður í føroyingar, heldur Høgni Hoydal

Søren Espersen hevur vegna Dansk Folkeparti aftur lagt uppskot um at føroyingar skulu kunna sendast í herðaðartænastu

Søren Espersen hevur vegna Dansk Folkeparti aftur lagt uppskot um at føroyingar skulu kunna sendast í herðaðartænastu

2020-02-11 12:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dansk Folkeparti ger enn eina roynd at fáa føroyingar og grønlendingar at vera við til at verja ”ríkisfelagsskapin”. Flokkurin hevur nú lagt uppskot fyri Fólkating so at tað ikki framhaldandi bert eru danir, ið skulu í hertænastu í danska herinum, men eisini grønlendingar og føroyingar.

Dansk Folkeparti setti eitt líknandi uppskot fram í seinasta valskeiði, men tað fall.

Uppskotið hjá DF hevur fingið Høgna Hoydal, formann Tjóðveldis, at seta løgmanni nakrar hvassorðaðar spurningar.

Høgni Hoydal kallar uppskotið fyri enn eitt dømi um ógvusliga danska nasjonalismu og danskt hjálandaveldi. Hann vísir eisini aftur grundgevingunum hjá Dansk Folkeparti um, at føroyingar og grønlendingar eisini skulu vera við til at verja ”ríkisfelagsskapin”.

[object Object]Høgni Hoydal (Savnsmynd)

- Hetta er eitt hugtak, ið als ikki finst í altjóða lóg ella rætti, men sum verður brúkt sum politisk propaganda til at verja danska ríkið og tess áhugamál, sigur Høgni Hoydal í viðmerkingunum til spurningin.

Hann vísir á, at fólkatingið fleiri ferðir seinnu árini hevur tikið avgerð um at fara í kríggj úti í heimi – í Irak og í Afghanistan – uttan at spyrja føroyingar eftir. Herfyri boðaði danski verjumálaráðharrin somuleiðis frá, at Danmark vildi hava hernaðarútbyggingar í Føroyum.

- Talan er um ein markleysan frekleika mótvegis føroyska fólkinum og føroyskum fólkavaldum myndugleikum. Atvoldin til hesa framferð er sjálvsagt, at Danmark óttast at missa sítt vald í Norðuratlantshavi og í Arktis, nú heimsins stórveldi stríðast um vald og ávirkan í okkara londum og okkara sjógvi, skrivar Høgni Hoydal og staðfestir:

- Føroyingar hava onki við danska herin at gera. Føroya Løgting hevur ferð eftir ferð mótmælt hernaðarútbyggingum í Føroyum, men Danmark hevur kortini tikið avgerðir um okkara land og um hernaðarmál í Føroyum yvir høvdið á føroyska fólkinum.

Spurningar hjá formanni Tjóðveldis til løgmann er um, hvussu landsstýrið hevur gjørt støðu Føroya greiða, soleiðis at bert føroyingar og føroyskir myndugleikar taka avgerðir um okkara støðu í hernaðarmálum.

Fráboðaðir munnligir fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólk eru á skránni á tingfundinum í morgin kl. 11. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder