Innanlands

Aftur falskur alarmur á Glasi

Ein eldávaring fór í gongd fyri einum tíma síðani, men einki bendir á, at nakað álvarsamt var á vási

2019-10-11 09:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

In.fo skrivar, at í morgun var aftur neyðugt hjá næmingum og starvsfólkum at fara úr skúlabygninginum. 23. September fór ein alarmur frá, men tað vísti seg ikki at vera nakað uppá seg.

Les eisini: Øll á Glasi flutt úr bygninginum

Í dag var talan um eldávaringina, sum fór í gongd, og sambært virkandi rektaranum Steinbjørn Hardlei tók tað bert tríggjar minuttir at tøma bygningin við teimum áleið 1200 fólkunum.

Hann sigur við in.fo, at talan var um eina góða venjing í at tøma bygningin, men samstundis er tað óheppið, at tað aftur tykist at vera ein falskur alarmur, ið órógvar gerandisdegin. Tað er ikki greitt, hví ávaringin fór í gongd, og onki var at síggja til nakað, ið kundi verið vandamikið, tá Glasir varð kannað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder