![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað hevur ikki verið nógv av skúlagongd á Glasi í morgun.
Stutt eftir klokkan 8 fór alarmurin frá, og so vórðu øll biðin at fara úr bygninginum. Hetta skrivar in.fo.
Næmingar bíðað uttanfyri Glasir (Mynd: in.fo)
Steinbjørn Hardlei, ið er fyribils rektari, sigur at talan var um eitt mistak. Við in.fo sigur hann, at onkur hevði trýst á okkurt, ið tey ikki skuldu,
Vit tosaðu við løgregluna í áðni, men tey vóru ikki komin upp í leikin. Tó kom Ansni á staðið. Tað tók eina løtu, áðrenn næmingarnir og starvsfólk á Glasi kundi fara inn í bygningin aftur.