Innanlands

Aftur saman í tryggari frástøðu úr Spaniastovu í annaðkvøld

Steintór Rasmussen og Hans Andrias Jacobsen syngja og spæla, og Hans Hjalti Skaale framførur nýggjan koronatátt. Millum gestirnar er liðformaðurin hjá føroyameistarunum

Ragnhild Ellingsgaard verður aftur vertur (Mynd: Norðlýsið)

Ragnhild Ellingsgaard verður aftur vertur (Mynd: Norðlýsið)

2020-03-27 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta leygarkvøld skipaðu Norðlýsið og Spaniastova fyri undirhalds- og samrøðusendingin í Spaniastovu undir heitinum "Saman í tryggari frástøðu".

Aftur hetta vikuskiftið verður møguleiki at fylgja við, tá sangur, spæl, skemt og samrøður verða úr Klaksvík.

Sendingin, ið kann stroymast ígjøgnum heimasíðuna hjá Norðlýsinum, byrjar í annaðkvøld klokkan 19. 

Norðlýsið kunngerð, at Signhild V. Johannsen, varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, Jákup B. Andreassen, liðskipari hjá føroyameistarunum úr KÍ og Petur Simonsen, sølumaður hjá North Pelagic vera gestirnir, ið verturin Ragnhild Ellingsgaard fer at tosa við. 

Steintór Rasmussen og Hans Andrias Jacobsen syngja og spæla, og Hans Hjalti Skaale framførur nýggjan koronatátt. Sjónleikarafelagið hevur skemt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder