Innanlands

Aftur til samráðingar í morgin

Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið sessast aftur við samráðingarborðið í morgin árini

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-18 18:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin árini fara Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið aftur til samráðingarborðið.

Tað váttar Terje Sigurðsson, semingsmaður, fyri Kringvarpinum. Hann hevur kallað partarnar saman klokkan 10 í morgin.

Semingsstovurin hevur havt fund við partarnar hvør sær, og teir kenna ábyrgd fyri at finna eina loysn, sigur Terje Sigurðsson við útvarpið.

Enn hevur eingin partur flutt seg í trætuni um sáttmálan, sum gekk út 1. oktober í fjør, men í morgin verður so ein roynd gjørt.

Allir limir hjá Pedagogfelagnum hava verið í verkfalli síðani mánadagin, og nú hótta onnur fakfeløg við at taka stríðsstig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder