2024-12-05 14:40

Fyrrapartin varð heitt á fólk á Oyri og Oyrarbakka um at halda seg inni, tí partur av tekju norðanfyri bátahylin á Oyrarbakka, men nú er trygt aftur, boðar Sunda kommuna frá.
- Fólk á Oyri og Oyrarbakka kunnu nú føla seg trygg at fara út aftur, ljóða boðini.
Fyrrapartin var nevniliga so nógvur vindur, at tað ikki var ráðiligt at fara upp á takið at tryggja takið. Nøkur smá stykkir av tekjuni vóru loysnaði og farin gjøgnum bygdina, men vandi var fyri at tekjan loysnaði ordiliga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald