Innanlands

Afturkalling av HUSK Psyllium hylkum

Orsøkin til, at fleiri sløg av náttúruheilivági verða afturkallað er, at vandi er fyri salmonella

2021-04-10 14:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orkla Care A/S afturkallar nú fleiri sløg av HUSk nátturuheilivági orsakað av vandanum fyri salmonella.

Illgruni er um, at hesin náttúruheilivágurin er orsøkin til eitt salmonellaútbrot í Danmark í mars. Sjúkueyðkenni við salmonella infektión er m.a. leyst lív, vaml, magapína, spýggja og fepur.

Talan er um vøru, sum eisini er seld í føroyskum handlum og á Apotekinum.

Talan er um hesar vøru:

HUSK Psyllium mavebalance Basic (kapsler)
Nettoinnihald: 225 kapsler
Best fyri dato: 30.09.2023
Batch nummer: 505433

HUSK Naturlægemiddel Psyllium-frøskaller
Ymisk batch nummur, her sæst, hvørji nummur talan er um.

Heilsufrøðiliga starvsstovan heitir á fólk, sum liggja inni við hesari vøru, um at lata hana innaftur, har hon er keypt, ella at beina hana burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder