
REMA Distribution A/S afturkallar nú tvey sløg av REMA 1000 Tex Mex Tortillas.
Talan er um "REMA 1000 Tex Mex Tortillas" og "REMA 1000 Tex Mex Fuldkorns Tortilla. Orsøkin er, at framleiðarin hevur staðfest hýggj í vørum frá avísum framleiðsludøgum, og tí eru tær óegnaðar sum matvørur.
Vøran er seld í føroyskum handlum, og mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til, at fólk lata vørurnar innaftur, hagani tær eru keyptar, ella at tey beina vørurnar burtur.
Talan er um hesa vøru:
Rema 1000 Tex Mex Tortillas
Nettovekt: 370 g
Best fyri: 21.11.2021
EAN-strikukota 5 705830 002082
Rema1000 Tex Mex Fuldkorns Tortillas
Nettovekt: 370 g
Best fyri: 20.11.2021, 21.11.2021, 22.11.2021
EAN-strikukota: 7 032069 711231
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald