2021-04-14 11:26

Fyritøkan Scandic Food A/S afturkallar nú økologiska majones frá Rema 1000, av tí at vandi er fyri hýggjvøkstri í vøruni. Vøran er tí óegnað til matna, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Vøran er seld í føroyskum handlum, og heitt verður á tey, ið liggja inni við hesari vøru um at beina hana burtur ella lata hana inn aftur, har hon er keypt.
Talan er um hesa vøru:
Rema 1000 Økologisk majones
Nettovekt: 210g
Best fyri: 26-11-2021
Lot: L4
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald