Í apríl kundi Aggrasoppar rópa seg vinnarar av Sementi, eitt sum millum annað beindi teir til SPOT-finaluna bara nakrar dagar seinni. Eina viku eftir stóð bólkurin tvær ferðir á pallinum á The Great Escape, sum er stórur festivalur í Brighton í Onglandi fyri nýggjar bólkar.
Har var lutfalsliga nýggi føroyski tónleikabólkurin - frá 2020 - stórliga fagnaður, og nú boðar Faroe Music Export frá, at Aggrasoppar hava fingið pláss á Reeperbahn Festival í Hamburg, umframt at "sopparnir" hava skrivað undir eina altjóða bíleggingaravtalu við tað viðurkenda franska felagið Voulez Vous Danser.
- Reeperbahn Festival er ein av teimum størstu og týdningarmestu showcasefestivalunum í Europa, og ikki minst: tann greitt størsti og týdningarmesti hjá einum av heimsins størstu tónleikamarknaðum, Týsklandi. Festivalurin savnar tónlistafólk og tónleikavinnu úr øllum heiminum og fer fram á tí legendarisku høvuðsgøtuni kring Reeperbahn í Hamburg í fýra dagar í septembur. Aggrasoppar eru fyribils settir til at spæla leygarkvøld.
Soleiðis skrivar FMX um festivalin í norðara parti av Týsklandi, sum í ár millum 20. og 23. septembur. Festivalurin er kendur fyri at fáa tey nýggju talentini fram, sum heimurin skjótt fer at síggja og hoyra meiri frá. Føroyskt nøvn hava, so seint sum í fjør, spælt har: Í 2022 framførdu Brimheim og Joe & The Shitboys á Reeperbahn Festival.
Trygvi Danielsen til The Great Escape í Brighton (Mynd: Jamie MacMillan)
Aggrasoppar hevur eisini fyri stuttum skrivað undir avtalu við Voulez Vous Danser, ið er eitt hámett bíleggingarfelag í Frankaríki. Umboð fyri felagið hoyrdi føroyska bólkin á millum annað G! herfyri. Hesum boðar Faroe Music Export eisini frá í dag.
- Avtalan er galdandi fyri alt Europa. Samstarvið fer vónandi at senda Aggrasoppar út á fleiri konsertir og festivalar í Europa tey næstu árini.
Í bólkinum Aggrasoppar eru trý fólk, sum í hesum førinum hava skaldanøvnini Ayphinn, Dada, and Sóljudrongur. Tey eru Eyðfinn Bogason Lamhuage úr Fuglafirði, Dania O. Tausen av Toftum og Trygvi Danielsen úr Tórshavn. Øll eru við til at gera og syngja sangirnar og framføra serstaka tónleikin hjá bólkinum. Trygvi sigur soleiðis um spennandi tíðindini:
- Vit soppar eru øgiliga spentir um framtíðina, nú stórar konsertir eru fyri framman á festivalunum Reeperbahn í Hamburg og á øðrum spennandi festivalum, sum ikki eru kunngjørdir enn. Tað er sovorðið, ein altíð hevur droymt um. Haraftrat hava vit skrivað undir við bókingarfelagið Voulez Vous Danser, sum m.a. hoyrdi okkum spæla á G! festivalinum og hevur boðið sær til at umboða okkum. Hetta er eitt fantastiska spennandi samstarv, ið letur nógvar hurðar upp, sum vit gleða okkum at trína um. Framtíðin kennist ljós.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald