Fyrr í vikuni segði stjórin hjá amerikonsku samveldisløgregluni, FBI, at tað var sannlíkt, at korona kom úr einari kanningarstovu í kinesiska býnum Wuhan. Nú heitir Heimsheilsustovnurin, WHO á øll lond um at deila alt tað, tey vita um, hvaðani korona stavar.
– Hevur nakar upplýsingar um, hvaðani farsóttin stavar, er tað avgerandi, at kunningin verður deild við WHO og altjóða vísindaliga samfelagnum, sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá WHO.
Hann leggur afturat, sambært DR, at tað ikki snýr seg um, hvør hevur skyldina, men um at skilja, hvussu farsóttin byrjaði, so mann framyvir er betri førur fyri at forða fyri, at líknandi støður koma fyri.
Les eisini: FBI: Sannlíkt at korona kom úr einari kanningarstovu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald