Føroyskur hópur av leikstjórum, framleiðarum og filmsfakfólkum hevur seinastu dagararnar verið á stóru filmstevnuni Berlinale 2023 í Berlin.
Her hava tey seinastu dagararnr møtt keyparum, framleiðarum og filmsvinnufólki á marknaðarpartinum á Berlinaluni, sum er ein hin týdningarmesta filmsmessan, tá tað snýr seg um fígging, sølu, keyp og samstarv um filmsverkætlanir.
Leygardagin var ein stór og áhugaverd grein í “Screen International” um framtíðina hjá føroyskum filmi – bæði um føroyskar framleiðslur og broytingarnar í lógini um afturbering (reimbursement), sum nýggja samgongan arbeiðir við. Greinin hevur vakt ans í vinnuni og tí var gravgangur á básinum í gjár.
Í dag er “Nordic Monday” á skrá. Føroyska filmshúsið er limur í Nordic Film Commissions, og skipar fyri degnum saman við hinum Norðurlondunum.
Filmsbrotið her hevur Gudmund Helmsdal hevur sett saman frá fyrstu døgunum í Berlin.
Tina í Dali Wagner, leiðari í Filmshúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald