Tað er bannað at skipa fyri veitslum og øðrum tiltøkum í privatum bústøðum, sum ein hevur leigað gjøgnum Airbnb.
Talan var fyrst um eitt fyribils forboð, sum varð sett í gildi undir koronu í 2020. Men tað hevur verið væl móttikið av útleigarum, sigur Airbnb sambært BBC, so forboðið verður verandi.
Undir koronu bleiv tað heldur ikki loyvt at hava fleiri enn 16 persónar í sama bústaði, men tann avmarkingin fer nú úr gildi.
Airbnb skrivar, sambært Ritzau, at talið á kærum um veitslur er minkað 44 prosent, síðan forboðið varð sett í gildi.
Forboðið er galdandi í privatum bústøðum í øllum heiminum, og verður tað møguliga eisini víðkað til at fevna um siðbundnar frítíðarbústaðir, sum verða útleigaðir gjøgnum Airbnb.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald