Innanlands

Airbnb útvið 22 milliónir í umsetningi í 2018

Umsetningurin hjá hvørjum útleigara í miðal var útvið 74.000 krónur, Taks boðar frá, at kunningarátak fyri at fáa fólk at lata inn airbnb-roknskap, hevur hjálpt

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-27 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Taks hevur nú endaliga gjørt upp umsetningin av airbnb-leiguni í 2018.

Á heimasíðu sínari í dag boðar Taks frá, at samlaði umsetningurin var 21,9 milliónir krónur, og at hetta gav 13 milliónir krónur í skattskyldigari inntøku. Í miðal hevði hvør útleigari ein umsetning á 73.976 krónur.

Airbnb er seinastu árini vorið alsamt meira vanligt í Føroyum. Orsaka av stóru mongduni av ferðafólkum hevur eftirspurningurin verið stórur, og Airbnb er í høvuðsheitinum ein lættur háttur at leiga sær eitt stað at verða.

Ein trupulleiki hjá Taks viðvíkjandi hesum hevur verið, at rokniskapur fyri airbnb ikki eru latnir inn - Airbnb-leiga skl altíð gevast upp við roknskapi. Men nú 2018 er gjørt upp, kann Taks staðfesta, at kunningarátakið fyri at fáa fólk at lata inn airbnb-roknskap og at seta hann rætt upp, í mun til hvørjar útreiðslur kunnu dragast frá,  hevur eydnast. 

Taks skrivar, at munandi fleiri roknskapir eru innkomnir og rætt uppsettir hesum viðvíkjandi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder