3. mai 2007. Ein trý-ára gomul bretsk genta hvørvur úr feriuíbúðini, ið familjan gistir í. Hetta er í Praia De Luz í Algarve-landslutinum í Portugal. Staðið verður skjótt heimskent, tí søgan um Madeleine McCann fylti sera nógv hetta summarið og fleiri ár frameftir.
Madeleine er ikki komin funnin aftur, hóast portuisisk, bretsk og altjóða løgregla hava verið á málinum. Robert Murat, ein bretskur maður ið búði í økinum, var fyrst undir illgruna og varð handtikin, men síðani vendi løgreglan sjóneykuni ímóti Gerry og Kate McCann - foreldrunum at gentuni. Tey ótu døgurða saman við vinfólkunum áleið 100 metrar frá íbúðuni 3. mai, og tá Kate McCann fór at hyggja til børnini, lógu tvíburðarnir og svóvu, men eingin Madeleinie var í rúminum. Síðani hevur talan verið um eina gátu.
Í fjør gjørdi Netflix eina nógv umtalaða dokumentarøð um málið, og nú er endliga nakað nýtt hent í málinum. Bretskir miðlar skrivaðu í gjár, at Scotland Yard hevur illgruna til ein 43 ára gamlan týskan mann, sum búði í økinum tá og sum fór úr økinum heilt skjótt eftir, at Maddie hvarv - ein mann sum Policia Judiciaria í Portugal strikaði av listanum longu í 2008.
Les eisini: Týskari undir illgruna fyri at hava burturflutt Madeleine McCann
Talan er um ein mann, ið hevur 17 ymiskar dómar á sær - millum annað er hann áður dømdur fyri at hava gjørt seg seksuelt inn á børn. Í løtuni situr hann inni í Kiel - talan er um ein sjey ára dóm fyri neyðtøku. Bretskir miðlar eru á tremur við tilfari um søguna í dag, og summir seta spurnartekin við, hvussu tað ber til, at løgreglurmyndugleikin í Portugal sá burtur frá manninum, ið týskir miðlar nevna Christian B. Summir bretskir miðlar hava tó brúkt fulla navnið: Christian Brueckner
Hans Christian Wolters frá ákæruvaldinum í Braunschwig (Mynd: EPA)
Áhugin var stórur
Á tíðindafundi í Braunschweig í dag segði statsákærin Hans Christian Wolters, at málið nú verður kannað sum eitt drápsmál, tí sambært týskari løgreglu eru prógv fyri, at 43-ára gamli týskarin hevur dripið Madeline McCann. Júst hvørji prógv eru, varð ikki komið inná, men málið verður kannað víðari. Scotland Yard og portugisiska løgreglan vilja ikki siga, at talan var um morð, men málið veðrur kannað víðari. Sum skilst kunnu ein telefonsamrøða, ið Breuckner hevði 3. mai, staddur í Praia De Luz, og ein bilur ið hann koyrdi tá, siga nógv um, hvat hendi við bretsku smágentuni.
Foreldrini hjá Madeleine McCann hava verið ígjøgnum sera nógv og hava sum sagt verið undir illgruna - bæði hjá løgregluni, hjá miðlunum og millum manna. Talsmaðurin hjá teimum hevur í dag sagt, at tey framvegis inniliga vóna at Madeleine er á lívi, og at hon verður funnin, líkamikið hvat.
Kate og Gerry McCann (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald