Ákæruvaldið fer á rættarfundi fyrrapartin í morgin at krevja, at ein kvinna í 30-unum verður varðhaldsfongslað í fýra vikur afturat. Í morgin hevur hon sitið í varðhaldi í 11 dagar, og hon er skuldsett fyri kynsligan harðskap móti dóttir síni.
Hetta veit kvf.fo seinnapartin.
Maðurin hevur eisini verið varðhaldsfongslaður, men var latin leysur í gjár. Hann er skuldsettur fyri at hava samlegu við fólk undir 18, sum er stjúkbarn hjá honum. Hann er skuldsettur eftir greinini ið sigur, at tann sum við at misnýta annans sálarsjúku ella sálarliga menningartarn útvegar sær samlegu við viðkomandi.
Kvinnan, sum er mamma gentuna, er skuldsett fyri revsilógarbrot, sum kunnu geva seks ára fongsul ella meira.
Ákæruvaldið metir, at brotsgerðirnar, sum kvinnan er skuldsett fyri, eru so grovar, at hon ikki kann vera leys.
Kanningararbeiðið í málinum er liðugt, skrivar kvf.fo.
Gentan var yngri enn 18 ár, tá kynsliga sambandið skal vera byrjað, og helt á eitt ár til málið varð meldað, metir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald