
Fyrr í ár tó hon seg úr Siumut og fór heldur í Naleraq, sum millum annað er meira víðgongd á sjálvsstýriskósini.
Aki-Matilda Høegh-Dam stillaði ikki upp til seinasta val í Grønlandi, tí hon er fólkatingslimur, men hennara floksskifti hevði sína ávirkan á valúrslitið í gjár.
Siumut hevði eitt søguliga vánaligt val. Hann fekk bert 14,7 prosent og gekk eisini aftur við júst 14,7 prosentum. Siumut gjørdist bert fjórðstørsti flokkur, meðan Naleraq varð næststørsti flokkur við 24,5 prosentum.
Úrslitið
Sí eisini: Óvæntað úrslit í Grønlandi
Talan var um tvífadan hjá flokkinum, í mun til valið seinast, og 28-ára gamla fólkatingskvinnan varð atkvøðuslúkur við 2.954 persónigum atkvøðum.
Floksformaðurin í Naleraq, Pele Broberg, fekk 1.254 atkvøður.
Aki-Matilda Høegh-Dam er í gongd við sína aðru setu í Fólkatinginum, og hetta verður hennara seinna seta. Frammaundan valinum hevði Høegh-Dam boðað frá, at hon fór at taka seg úr danska parlamentinum, um hon varð vald i ta grønlendska, Inatsisartut.
Spurningurin er so nú, hvørja ávirkan Naleraq fær. Flokkurin kann í stóran mun mynda framtíð Grønlands um óvæntaði vinnarin av valinum, Demokraatit við Jens-Frederik Nielsen á odda, velur at kasta saman við næststørsta flokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald