Uttanlands

Óvæntað úrslit í Grønlandi

Samgonguflokkarnir IA og Siumut fingu stóra afturgongd, meðan sjálvstýrisflokkurin Naleraq við Aki -Matilda Høegh-Dam fekk stóra framgongd. Demokraatit gjørdist tó størsti flokkurin á spennandi valinum

Jens-Frederik Nielsen (t.v.) var heilt stóri atkvøðuslúkurin og sleppur nú at royna at skipa stjórn fyri Demokraatit. Tað kann gerast á ymiskan hátt

Jens-Frederik Nielsen (t.v.) var heilt stóri atkvøðuslúkurin og sleppur nú at royna at skipa stjórn fyri Demokraatit. Tað kann gerast á ymiskan hátt

2025-03-12 07:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stórur spenningur hevur verið um grønlendska valið og sanniliga ikki bert í Grønlandi.

Valluttøkan var høg í gjár, og spenningurin helt sær leingi. Tá klokkan var beint yvir hálvgum fimm føroyska tíð, vóru allar atkvøðurnar á øllum teimum 72 valstaðnum taldar upp.

[object Object]Úrslitið

[object Object]

Nógvar ymiskar niðurstøður kunnu gerast, men greitt er, at flokkurin hjá landsstýrisformanninum, Múte B. Egede, fekk eina afturgongd á umleið 15 prosent. Sama var hjá Siumut. Flokkurin varð bert fjórðstørsti flokkur við undir 15 prosentum av samlaðu atkvøðunum og er hetta søguliga vánaligt.

Harav fekk sitandi samgonga krakk, meðan fagnaðurin hjá teimum í Naleraq var stórur. Flokkurin fekk tvífalt so stóran stuðul stuðul sum á valinum 2021. Ikki óvæntað varð fólkatingslimurin Aki -Matilda Høegh-Dam atkvøðuslúkur við 2.954 persónligum atkvøðum.

[object Object]Aki -Matilda Høegh-Dam stillaði nú upp fyri ógvuliga sjálvsstýrisinnaða flokkin Nalerað, sum fekk eitt gott val

Flokkurin, sum er mest víðgongur í sjálvstýrismálum, noyðist helst at kasta saman við "Demokraatit". Óguliga óvæntað gjørdist hesin heilt stóri flokkurin við beint undir 30 prosentum av atkvøðum.

Á seinasta vali til Inatsisartut fekk systurflokkurin hjá danska Liberal Alliance bert níggju prosent av atkvøðunum.

Jens-Frederik Nielsen átti umleið 4.600 av atkvøðunum og 33-ára gamli leiðarin verður helst hann, sum skal standa á odda fyri samgongutingingum. 

Demokraatit kann fara ymiskar vegir og millum annað fáa meiriluta bert við Naleraq - uttanum IA og Siumut. Vinnarin á valinum er ikki eins víðgondur í sjálvstýrismálunum sum Naleraq men vil arbeiða í stigum móti grølnendskum sjálvsræði. Annars er tað eitt øðrvísi sýn á vinnuliga øki og í fiskivinnumálum. Viðmerkjarar meta, at grønlendsku veljararnir nú hava valt "tað nýggja Grønland"

Dagført 8.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder