Innanlands

Aksel hevur trúvirði – Jørgen dugir at samskifta

Veljarnir hava givið floksleiðarunum karakter

Aksel V. Johannesen og Jørgen Niclasen (Myndir: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen og Jørgen Niclasen (Myndir: Jens Kr. Vang)

2019-01-30 14:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannessen er tann av floksformonnunum, sum er best egnaður til at vera løgmaður. Hann hevur eisini størst trúðvirði. Hinvegin er Jørgen Niclasen tann av floksleiðarunum, sum dugir best at samskifta, og hann klárar seg eisini best í leiklutinum sum floksleiðari.

Floksformenninir vórðu lagdir í vágskálina undir veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fríggjadagin.

Veljararnir vórðu bidnir um at gera eina meting av teimum sjey núverandi floksleiðarunum. Geva teimum karakter frá 0 til 5 innan evnini: ’trúðvirði’, ’samskifti’, ’floksleiðari’ og ’løgmansevni’.

Kanningin vísir, at tað eru formenninir fyri Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, sum fáa bestu metini. Tað eru eisini hesir báðir, sum kláraðu seg best í spurninginum um hvør skal vera løgmaður eftir komandi val.

Les: Fólk trygg við Aksel løgmann 

Men hóast Jørgen Niclasen fær næstflest atkvøður, tá spurt verður hvør skal vera løgmaður, so klárar hann seg ikki eins væl, tá spurt verður hvussu hann er egnaður at vera løgmaður.

Við einum miðal upp á 2,26 í hesi kategoriini, liggur hann í absolutt tunga endanum í hesi metingini, meðan verandi løgmaður er toppskorari við 3,12 í miðal.

[object Object]
Frá floksleiðarakjakinum eftir seinasta løgtingsval. Frá vinstru Aksel V. Johannessen, Høgni Hoydal og Jørgen Niclasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Munur hvat kynini halda
Sermerkt er, at rættiliga stórur munur er á, hvat kvinnur halda og hvat menn halda. Jørgen Niclasen fær miðalkarakterin 2,41 millum mannligu veljararnar í spurninginum hvussu væl hann er egnaður sum løgmaður, men bara 2,06 frá kvinnunum.

Hjá Akseli V. Johannessen er øvugt. Kvinnurnar geva honum besta viðmæli sum løgmaður við 3,40 í miðal, meðan miðaltalið hjá mannligu veljarunum er 2,91.

Yvirhøvur fær Aksel V. Johannessen nógv betri karakter frá kvinnuligu veljarunum. Sama er eisini galdandi fyri Jógvan Skorheim og Høgna Hoydal, meðan menninir geva Jørgen Niclasen og Bárði á Steig Nielsen munandi betri karakterir enn kvinnurnar gera.

Hjá floksleiðarunum í Framsókn og Miðflokkinum, er rættiliga javnt hvat menn og kvinnur halda um teir.

Tølini í júst hesi kanningini eru nakað øðrvísi enn í kanningini, vit skrivaðu um í gjár, um hvønn fólk ynkstu til løgmann.

Í hinari kanningini skuldu tey bert svara eitt navn, og í flestu førum siga veljarar navnið á sama flokki, sum tey annars ætla at velja.

Í hesi kanningini eru allir luttakararnir bidnir um at geva sína meting av øllum floksformonnunum.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder