Rættiliga nógvir veljarar – nógv fleiri enn hvar flokkur løgmans, Javnaðarflokkurin, fær – ynskja, at Aksel V. Johannessen heldur fram sum Føroya løgmaður.
Á veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin fríggjadagin varð eisini spurt ”hvør skal vera løgmaður?”
Og næstan triðji hvør veljari – 29,7 prosent – svaraði Aksel V. Johannessen.
Sæð í ljósinum av, at Javnaðarflokkurin stendur at fáa eitt vánaligt løgtingsval og missa tveir løgtingssessir í mun til seinasta løgtingsval, so hevur floksformaðurin stóra undirtøku millum fólkið. 29,7 prosent ynskja hann til løgmann, men ”bara” 19,3 prosent siga seg fara at atkvøða fyri honum ella einum av valevnunum hjá flokki hansara.
Les eisini: Fólkaflokkurin staðfestir sína støðu sum nógv størsti flokkur
At sitandi løgmaður hevur góða undirtøku, tá spurt verður hvør skal vera løgmaður, er einki óvanligt, men als ikki nøkur sjálvfylgja.
Teir báðir leiðararnir hjá teimum stóru andstøðuflokkunum, ávikavist Jørgen Niclasen hjá Fólkaflokkinum og Bárður á Steig Nielsen hjá Sambandsflokkinum, hava næstbest undirtøku, tá spurt verður eftir møguligum løgmanni.
Jørgen Niclasen fær 17,9 prosent av atkvøðunum og Bárður á Steig Nielsen 16,4 prosent.
Og fyri báðar er galdandi, at teir – eins og Aksel V. Johannessen – ganga týðuliga fram í mun til seinastu veljarakanning beint fyri jól, tá spurningurin um løgmann eisini varð settur.
Og staðfestast kann sostatt, at tað er ein av hesum trimum, sum helst verður løgmaður – um so var, at tað var fólkið, sum slapp at taka ta avgerðina, men tað er tað, sum kunnugt ikki.
Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis, gongur munandi aftur í hesum partinum av veljarakanningini. Undan jólum peikaðu 14 prosent á Høgna Hoydal, nú er undirtøkan farin niður á knapt 12 prosent.
Talið á teimum, sum svara ”onkur annar” er lækka munandi í mun til seinastu kanning. Hesin svarmøguleiki lá á øðrum plássi í kanningini undan jólum, men við 15,1 prosentum nú, er hann yvirhálaður av bæði Jørgeni og Bárði.
Merkisvert er, at av teimum ”smáu” floksformonnunum, so liggur formaðurin hjá tí minsta flokkinum, Sjálvstýri, nógv betri enn hinir báðir floksformennir. 4,4 prosent peika á Jógvan Skorheim sum løgmann, 2,9 á Poul Michelsen og bert 1,6 á Jenis av Rana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald