Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, setti herfyri landsstýrismanninum í vinnumálum, Helga Abrahamsen, skrivligar fyrispurning um vaktarvirksemi.
Spurningurin er soljóðandi:
1.Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fara undir at gera eina lóg um vaktarvirksemi í Føroyum?
2. Um so er, nær er ætlanin at fara undir hetta arbeiðið?
3. Hvørjar treytir hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta í eini møguligari vaktarlóg?
Í viðmerkingum sínum vísir Aksel V. Johannesen á, at hóast vit í Føroyum hava lágan kriminalitet, hava vit, eins og aðrastaðni í heiminum, tørv á vaktarfólki at halda vakt við bæði almennum og privatum bygningum.
– Í Føroyum hava vit vinnuligt vaktarvirksemi og nógv fólk, sum starvast sum vaktarfólk. Kortini hava vit onga vaktarvirksemislóg, og harvið ongar treytir fyri, hvørjar førleikar eitt vaktarfólk skal hava fyri at kunna røkja starvið.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum vísir á, at í eitt nú Danmark, hevur lóg um vaktarvirksemi verið galdandi í fleiri ár, og ásetir hendan lógin m.a., at vaktarfólk skulu hava góðkenning, og skulu tey tí lúka ávísar treytir. Eisini heldur hann, at tað kundi verið áhugavert at kannað, um grundarlag er fyri at seta á stovn eina útbúgving innan vaktarvirksemi í Føroyum.
– Eitt vaktarfólk, sum hevur útbúgving innan vaktarvirksemi, er m.a. skúlað í ósemjuhandfaring og hevur serliga vitan um, hvussu ein ber seg at í vandastøðu, har persónar kunnu vera til ampa fyri seg sjálvi ella onnur. Tí kundi harafturat eisini verið áhugavert at kannað, um grundarlag er fyri at seta á stovn útbúgving ella skeið innan vaktarvirksemi í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald