Mentan

Alda fekk virðisløn til ungt listafólk

Alda Mohr Eyðunardóttir fekk 50.000 frá landsstýriskvinnuni fyri sínar serstaku listagávur

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-22 19:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at virðislønin til ungt listafólk ikki hevur verið latin í nøkur ár, varð hon aftur latin í kvøld, tá Sirið Stenberg landsstýriskvinna handaði virðislønina við einum kekki á 50.000 krónur til listakvinnuna Aldu Mohr Eyðunardóttir.

Grundgevingin hjá landsstýriskvinnuni var soljóðandi:

Longu sum tannáringur byrjaði listaleiðin hjá Aldu Mohr Eyðunardóttur, eitt nú við luttøku á Ólavsøkuframsýningini og Várframsýningini. Umframt her í Føroyum hevur unga listakvinnan verið við á fleiri framsýningum í Íslandi og í Danmark. Eitt nú var hon við á temaframsýningini BROT hjá Listasavninum, og hon hevur sýnt fram á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og á Hafnarborg í Íslandi. Eitt av hennara vovnu verkum er nú eisini partur av føstu framsýningini í Listasavninum.

Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í sínari list, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og at endurgeva tekstil í øðrum miðlum. Tilfarið í listini hevur tilsipingar til føroyska mentan og handverk, millum teirra at veva, til fiskireiðskap og seyðaull. Hon er partur av einum ættarliði, har tilgongdin til handverkið er øðrvísi, og sambært ungu listakvinnuni er hetta eisini ein fyrimunur, tí verkini kunnu kennast meira erlig og beinleiðis. Fyri serstakliga góðu listagávurnar fær Alda Mohr Eyðunardóttir Virðisløn til ungt listafólk 2022

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder