
Mylnuhúsið í Klaksvík er rakt av coronavirusinum. Eitt starvsfólk á dagstovinum fekk í gjárkvøldið staðfest, at coronasmittan hevði rakt viðkomandi, ið kom heim úr Danmark mánadagin. Starvsfólkið var til arbeiðis týsdagin.
Les eisini: Triði føroyingurin smittaður við coronavirusinum
Landslæknin er í gongd við at kanna, hvør kom í tætt samaband við tann smittaða á veg til Føroyar, og hvør síðani hevur verið í samband við viðkomandi.
Longu nú eru nógv fólk tilmæld at fara í sóttarhald. 50 børn ganga á stovninum, har tað eru umleiði 15 starvsfólk, upplýsir Jógvan Skorheim fyri Kringvarpinum. Umframt hetta eru eisini foreldur og onnur avvarandi, og foreldrini hava fingið at vita at tey helst skulu halda seg heima.
Havið liggur talið á áleið 100 fólkum.
Hoyr samrøðuna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald