Innanlands

Alex Bærendsen - ein fólkaogn

Minningarorð frá Poul Jóhan Djurhuus

2018-07-08 22:05 Author image
Minningarorð
placeholder

Næstseinasta hósdag, 21. juni, vórðu mong tikin av bóli, tá tað brádliga hoyrdist, at sangarin og tónleikarin, Alex Bærendsen, var deyður í eini arbeiðsvanlukku. Tíðindini fóru sum skógareldur um allar Føroyar - tí Alex Bærendsen var fólkaogn.

Hesa støðu hevði hann vunnið sær, uttan at hava ætlað tað sjálvur, við sínum vakra sangi, sum hann so meistarliga, í fylgi við sínum guitara, bar fram við síni serstøku og mildu countryrødd og sínum vinnandi eyðmjúka smíli, sum hevði við sær, at fólk streymaðu til møtini ella konsertirnar, tá tað spurdist, at Alex Bærendsen skuldi syngja – Alex hevur sungið tann andaliga boðskapin inn í mong hjørtu!

Poul Færø tók soleiðis til undir jarðarferðini: “Harrin gav Alexi nógvar ríkar náðigávur, og vit takka Gudi fyri hesar náðigávur hann gav Alexi.”

Barnaheimið
Alex Bærendsen vaks upp inni í Trongisvági á Tvøroyri, har hann hevði forfedrar, sum gingu undan við eini góðari fyrimynd, og sum leiddu hann í sunnudagsskúla í samkomuni í Salem á Tvøroyri. Seinni gjørdist hann trúfastur møtigangari saman við sínum vinmonnum í somu samkomu. Systir Alex, Rakul Bærendsen, sum fleiri ferðir hevur sungið saman við beiggja sínum, sigur við Kristiligu Tíðindasendingina, at barnaheim teirra í Trongisvági var kent fyri tann nógva ungdómin, sum savnaðist har og tann nógva andaliga sangin - tí var tað ikki so løgið, at Alex valdi sær guitarin og tónleikin sum sína andaligu tænastu!

Tað var í samkomuni Salem á Tvøroyri, at Alex, saman við sínum vinmonnum, tók tey fyrstu almennu guitargrebini, líti hugsandi, at henda lítla og beskedna byrjanin skuldi føra hann upp á hægstu tónleika- og countrytindar innan gospeltónleik í Føroyum.

Oyggjatíðindi um Alex
Fríðálvur Jensen skrivar í Oyggjatíðindi um røddina hjá Alexi, nú hann er farin um sýnuna:  Tá eg fyrstu ferð hoyrdi Alex, fekk eg eina góða kenslu av eini djúpari avvigaðari rødd, sum avspeglaði persónligheitina, sum onkursvegna boraði seg inn í okkum, sum fingust við tónleik í sjeyti- og áttatiárunum. Tad er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at røddin var millum tær allarbestu innan countrysjangruna, tí ikki bara hevði hann røddina, men júst hesin viljin at hava ein boðskap, gav øllum eina djúpa tekstliga og musikalska dýpd.”

Elvis Presley og Alex
Tá Elvis Presley byrjaði at syngja og spæla við sínum guitara í samkomu- og kirkjuligum høpi í heimbýi sínum, Menphis Tennessee í USA, tá varnaðust fleiri, at drongurin hevði nakað ókent og nýtt í síni sang- og tónleikaframførslu, ið summi ikki dámdu, meðan sum onnur tóku til sín.

Soleiðis eisini við Alex Bærendsen. Man legði skjótt til merkis, at ungi guitarspælarin og sangarin á Tvøroyri hevði nakað, sum aðrir ikki høvdu, og sum nøkur tóku avstand frá, meðan tey allar flestu tóku nýggja stílin hjá Alexi til sín, bæði innan samkomuhøpi og uttanfyri samkomuhøpi.

Alex hevði ikki einans evnini at syngja og spæla, men hann hevði eisini evnini at yrkja og at skriva løg, sum hann gjørdi nógv av. Av sangum og løgum, sum Alex hevur gjørt kunnu vit nevna Barnaminnir og Mín móðir, sum eru sannar perlur, ið liggja eftir Alex í dag.

Útgávur
Alex var eisini ein virksamur útgevari, tí ikki færri enn  sjey kasettu- og fløguútgávur liggja eftir hann, sum vit vilja nevna í hesum sambandi: LÍVIÐ FÆR VIRÐI, sum kom út í 1985, og var hansara fyrsta útgáva. JÓLAGLEÐIN, sum kom út í 1988 – ENN EG MINNIST í 1990 – MY HOME TOWN í 1992 – PROUD MARY í 1995 – LIVANDI BOÐSKAPUR í 1996 og so DÝRABAR MINNI, sum kom út í 2011, og sum er hansara seinasta útgáva. Afturat egnu útgávunum, so hevur hann luttikið í fleiri útgávum hjá øðrum tónleikarum, sum t.d. á tveimum útgávum hjá MC Restorff. .

Eykaflog til gomlu sálmarnar
Tað, sum Alex megnaði so ómetaliga væl, var at taka teir gomlu og høgt elskaðu klassisku samkomusálmarnar, sum  hava verið sungnir á møtum og Gudstænastum í eina heila øld, og geva teimum eitt eykað flog uttan tó at gera seg inn á lagið. Tað, sum Alex megnaði var hetta, at hann við hesum nýggju tónum og nýggju rytmum, gav gomlu sálmunum og sangunum eitt eyka flog við einum dyggiligum íkasti av fólksligari countryatmosferu. Her kunnu vit nevna sálmar sum tann hjá Norðadalsbóndanum Óla Reinert: Sum ein roykur í stilli man standa, gamli sálmurin hjá Fanny Crosby: Lívsæla vissa og sangurin Eigur tú ei vinir kendar?

At Alex megnaði at geva gomlu sálmunum eitt eyka flog, gjørdi, at yngra ættarliðið, sum er vaksið upp í tónleikarevolutiónini, hóast alt er komið at halda av og elska gomlu klassikararnar soleiðis, at tey eisini syngja hesar sangir og sálmar á teirra ungdómsmøtum í dag. 

20 ár í Danmark
Seinastu 20 árini hevur Alex búleikast í Danmark, og føroyingar hava ikki hoyrt og sæð so nógv til hann her á landi, sum man annars gjørdi ígjøgnum tey góðu sjeyti- og áttatiárini og nakað inn í nítiárini. Tað hevur ikki altið gingið júst so, sum Alex upprunaliga ynskti tað, og hesi seinastu árini hevur hann drigist við heilsuveikleika, so mikið, at hann úttrykti fyri sínum nærmastu, at hann hevði kanska ikki so langa tíð eftir.

Men øll hesi fýra áratíggir, bæði í mótgongd og viðgongd, ið Alex hevur fylgst við guitara sínum, hevur tað verið aðalmál hansara, at bæði sangur og tónleikur skal vera ein lýsandi Viti, sum vísir menniskjum leiðina til Himmals – og soleiðis var eisini jarðarferð hansara seinasta mikudag í Bylgjuni í Runavík - ein lovsangur til tann Frelsara, ið hann sum ungur tannáringur valdi sum sín persónliga Frelsara!

Jarðarferðin
Dótturin og sonurin, Kristina og Kári, høvdu ynskt, at pápin skuldi jarðast frá Ítróttarhøllini Bylgjan í Runavíkini, soleiðis at so mong sum møguligt kundu koma til jarðarferðina og at øll skuldu kenna seg heima. Longu ein knappan tíma undan jarðarferðini byrjaðu fólk at koma inn í høllina, meðan Jóannes S. Hansen, sum er mammubeiggi Kristinu og Kára, spældi kend løg sum bakgrundstónleik.

Eitt sangblað var prentað við sjey sangum, sum allir vóru sangir, ið Alex hevur sungið í mong ár bæði á møtum, konsertum og útgávum.    

Tað vóru Poul Færø og Svenning av Lofti, sum prædikaðu undir jarðarferðini fyri fullsettari høll, har umleið 700 fólk vóru til staðar. Ein tónleikabólkur við kendum og dugnaligum tónleikarum, har ímillum Jákup Zachariassen, Hans Tausen og Hallur Joensen, sum allir hava spælt saman við Alexi og Kristinu, spældu til felagssangin, sum gjørdist ein sang- og tónleikauppliving av teimum  heilt serligu, og heilt vist í andanum hjá Alexi.

Kl. 14:59 inntóku tónleikararnir síni respektivu pláss á pallinum, sum var settur upp til høvið og sera vakurt skrýddur. Presis kl.15:00 ljóðaðu fyrstu tónarnir til fyrsta sangin í sangheftinum, Sum ein roykur, í stilli man standa, og øll fjøldin, sum var komin at minnast og heiðra Alex Bærendsen, stemmaði í av fullum hjarta.

Tað kann ikki vera torført at tosa um ein persón sum Alex Bærendsen. Svenning av Lofti segði m.a. í prædiku síni: “Alex sprongdi trongar tónleikakarmar við sínum nýggja sangstíli. Hann lat seg ikki binda av meiningum hjá øðrum, men fylgdi tí, sum hann sá var rætt at gera, og helt á at spæla við einum brosi á varrunum, og hann signaði tey, sum ikki skiltu hansara nýggja sangstíl so væl; tí eru vit so mong her í dag.”

Meðan berararnir bóru kistuna út, hoyrdist røddin hjá Alexi í stóru og sterku hátalarunum,  sum fylti allan høllina, syngja sangin: Enn eg minnist fyrsta kvøldið, tá eg bað til Gud, og tað var eyðsýnligt, at hetta var ein grípandi løta.

Við hesum orðum vil Kristiliga Tíðindasendingin lýsa signing og frið guds yvir minni eftir tónleikaran og sangaran Alex Bærendsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder