2026-05-25 19:18
Runavíkar kommuna bjóðar vinnuni í kommununi framvið til vinnukaffi mikudagin 27. mai.
Vinnu- og havnanevndin kunnar um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og havnaøkinum. Harnæst kemur Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, at greiða frá um virksemi hjá Effo í samband við nýggju orkugoymsluna í Søldarfirði.
Sambært vinnunevndini í Runavíkar kommunu er endamálið at styrkja um samskifti og samstarvið við vinnuna í kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald