Einasti nývaldi fólkatingslimurin fyri Liberal Alliance, Alex Vanopslagh, verður nýggjur leiðari í flokkinum.
Hesum boðar Liberal Allience frá í dag.
Alex Vanopslagh er 27 ár og fyrrverandi formaður fyri ungmannafelagið hjá Liberal Alliance, og mikudagin varð hann á fyrsta sinni valdur á fólkating.
Nýggi floksleiðarin fegnast um stuðulin, hann hevur fingið úr flokkinum, men hann er eisini skelkaður yvir vánaliga valúrslitið, sum flokkurin fekk.
Eftir fólkatingsvalið mikudagin hevði Liberal Alliance mist níggju tinglimir, og vóru sostatt bert fýra eftir.
Fyrrverandi floksleiðarin, Anders Samuelsen, ið eisini hevði verið við til at stovna flokkin í 2007, var ein teirra, ið ikki varð afturvaldur, og dagin eftir valið legði hann frá sær.
Í gjár kom tað eisini fram, at hinir í tingbólkinum hjá Liberal Alliance ikki ynsktu at leiða flokkin, og tí bendi alt á, at tað var mest sannlíkt, at Alex Vanopslagh fór at yvirtaka formannssessin.
Alex Vanopslagh sigur við DR, at flokkurin hevur eitt stórt arbeiði framanafyri sær við at vinna álitið hjá veljarunum aftur og við at taka stríðið fyri teimum liberalu virðunum upp aftur.
- Tað arbeiðið gleði eg meg at standa á odda fyri, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald