Flokkurin Liberal Alliance fekk eitt sera vánaligt úrslit til fólkatingsvalið mikudagin.
Flokkurin fekk einans 2,3 prosent av atkvøðunum og misti sostatt heili níggju fólkatingssessir.
Ein teirra, ið ikki bleiv afturvaldur var leiðarin í flokkinum, Anders Samuelsen, sum nú hevur lagt frá sær, og sostatt er ógreitt, hvør kemur at leiða flokkin framyvir.
Les eisini: Uttanríkisráðharrin undir trýsti
Liberal Alliance hevur nú bert fýra limir eftir í fólkatinginum, og sambært DR hava tríggir teirra sagt nei til at avloysa Anders Samuelsen.
Sambært lógum floksins er tað upp til tingbólkin at avgera, hvør skal leiða flokkin, og í løtuni peikar alt á nývalda Alex Vanopslagh. Hann er tann, ið hevur mest stuðul frá baklandinum.
Tá Anders Samuelsen legði frá sær, peikaði hann sjálvur á Simon Emil Ammitzbøll-Bille, fráfarandi fíggjar- og innlendismálaráðharra. Men hann ynskir ikki at taka yvir. Orsøkin er tann, at hann, eins og Anders Samuelsen, følir, at hann eigur ein part av ábyrgdini fyri vánaliga valúrslitið hjá flokkinum.
Ole Birk Olesen, ein annar tingmaður og fráfarandi ráðharri hjá Liberal Alliance sigur seg heldur ikki ynskja at leiða flokkin. Hann heldur seg ikki vera føran fyri at leiða ein flokk, sigur hann.
Triði og seinasti afturvaldi tinglimurin hjá flokkinum, Henrik Dahl, heldur, at flokkinum tørvar nýggja leiðslu, men hann heldur ikki, at hann sjálvur skal yvirtaka formanssessin. Hann verður skjótt 60 ár og heldur tí ikki, at hann er tann rætti maðurin.
Henrik Dahl peikar tí á nývalda Alex Vanopslagh, ið eisini er fyrrverandi formaður í ungmannafelagnum hjá Liberal Alliance.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald