Uttanlands

Algublómingin avmyndað úr rúmdini

Tað er týðuligt, at hon breiðir seg móti Føroyum eisini

2021-08-11 10:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Myndir av Hetlandi, tiknar úti úr rúmdini, avdúka, at ein rættiliga stór uppblóming av algum er at síggja eystan fyri Hetland. Og uppblómingin sær eisini út til at breiða seg norður móti Føroyum. (Sí myndina herundir - trýst á hana fyri at fáa hana størri)

Tað er alment atgeingiligar myndir hjá European Space Agency, sum avdúka hesa uppblóming. Myndirnar eru tiknar ein kláran dag í juni.

Í summar hevur fleiri ferðir verið staðfest, at sjógvurin kring Skotland hevur fingið grønbláan lit orsaka av alguvøkstri.

Nú kann tað sama staðfestast í Hetlandi út frá myndunum, sum Jacques Meheut á Saxa Vord UK Spaceport í Unst í Hetlandi hevur sett saman, og sum Shetland Space Centre hevur avdúkað á Facebook-vanga sínum.

- Tað er undrunnarvert at síggja, at víddina av algublómingini úr Skotlandi fram við hetlendsku strondini heilt upp til Lamba Ness í Unst har Shetland Space Center heldur til og síðani í ein útnyðring móti Føroyum, sigur Jacques Meheut.

- Hetta er eitt gott dømi um fyrimunirnar við fylgisveina- og rúmdartøkni. Fleiri líknandi myndir fara at koma, leggur hann afturat.

Í Føroyum sendi Heilsufrøðiliga Starvsstovan beint fyri ólavsøku út ávaring móti at eta tvískeljar úr innaru Føroysku firðunum, sí hesar kunnu verða eitraðar orsaka av algunum.

Fráboðanin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni 

Les eisini: Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir frá at taka skeljar í løtuni  


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder