2020-06-12 15:21
Tað nýggjasta nýggja er, at einki nýtt er at frætta. Heldur ikki seinasta samdøgrið er nakar føroyingur smittaður við koronasmittuni.
Hetta vísa nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum.
155 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 4.593 kanningunum.
Mánadagin lata landamørkini upp í størri mun, so tað verður trupult at halda nullið næstu tíðina.
Í alt eru 10.863 kanningar gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald