Seinastu finalistarnir til Sement-finaluna, sum verður komandi vikuskifti eru nú funnir.
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið vóru annað og triðja innleiðandi umfar hildin í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.
Sjey bólkar vóru við til annað umfar, og tey, sum komu víðari vóru Jo the Shitboys og meira óvæntað, Tina, ið varð søgd at vera stóra yvirraskilsið hetta kvøldið.
Leygarkvøldið vórðu so teir seinastu finalistarnir funnin, og her fall valið á orkufulla bólkin High Moon, sum spældi alment á fyrsta sinni. Hin finaluluttakarin gjørdist Dóttir, sum er ein meira royndur bólkur.
Fyrsta umfar varð hildið 17. apríl. Tá vórðu Marius DC og bólkurin Brimhvítt vald at koma víðari.
Finalan verður komandi leygarkvøld, 1. mai. Og við finaluluttakarunum, sum nú eru funnir, kunnu áhoyrarar gleða seg til eitt kvøld við øllum frá hip hop og punk til singer songwriter og funk pop.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald