Innanlands

Allir partar hava møguleikan at verða við

Arbeiðið at gera ferðavinnustrategi og menningarætlan fyri Vágar og Mykines er nú farið í gongd

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2020-06-09 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Visitvágar og kommunurnar í oynni, Sørvágs Kommuna og Vága Kommuna eru í gongd við at leggja eina ætlan saman.

Fyrsta stig í arbeiðinum, er at gera eina støðumynd av ferðavinnuni i økinum, og tað verður í tí sambandi heitt á øll, sum onkursvegna hava við gisting at gera, at fara inn á heimasíðuna hjá Visitvágar, har tað skal upplýst, hvussu nógvar gistingar hvør einstakur hevði í 2019.

Víst verður á stóra týdningin av upplýsingunum, sum kunnu koma í spurnarkappingini, har tey í matstovu- og handlisvinnuni eisini verða biðin um at upplýsa, hvussu stórur partur av sølu teirra er tengd at ferðavinnuni. 

Borgarafundir í øllum bygdum
Boðað verður eisini frá, at ein fylgibólkur við borgarum, fólki úr ferðavinnuni, og umboðum fyri hagastýrum og áhugafeløgum verður gjørdur. Hugsanin hjá borgarunum er umráðani, og í august mánaði verður borgarafundir í øllum bygdunum, har møguleikai verður at geva títt íkast og tína hugsan til verkætlanina.

Í september vera verkstovur, sum innihalda hugarok um burðardyggar upplivingar í Vágum og Mykinesi, umframt skeið í produktmenning og prísáseting.

Framtíðartryggjað menningarætlan og strategi
Til seinast í kunningini lýsa Visitvágar, Sørvágs Kommuna og Vága Kommuna ætlaðu høvuðslinjurnar: 

Okkara vón og væntan til verkætlanina er, at tilgongdin fer at tryggja at hon er:

- Sosialt burðardygg - vit taka atlit til tykkum borgarar og mentan
- Náttúru burðardygg - vit taka atlit til, virða og verja náttúru og djóralív
- Búskarparliga burðardygg - vit menna lokal upplivilsir, sum skapa arbeiði og inntøkur kring allar Vágar og alt Mykinesi alt árið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder