Innanlands

Allir stovnar í høvuðsstaðarkommununi fingið hondspritt

Hetta fyri at forða fyri at Coronavirusið spjaðir seg

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-03-05 23:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Til tess at forða Coronavirus í at spjaða seg, verður handspritt sett upp á øllum stovnum hjá Tórshavnar kommuna.

Hetta er galdandi fyri allar stovnar, skrivar kommunan á heimasíðuni í dag.

Landslæknin mælir fólki til at vaska hendurnar væl og ofta. Hetta basir smittuni í at spjaða seg.

Framvegis er ara ein persónur smittaður við coronavirusinum covid-19 í Føroyum. Hann er saman við familjuni í sóttarhaldi við hús. Tilsamans eru 15 fólk avbyrgd í Føroyum í løtuni, og átta av teimum eru á Hotel Vágum, sum landið hevur leigað.

Les eisini: Øll vilja hava spritt

Les eisini: Framvegis bara ein persónur smittaður - 15 persónar í sóttarhaldi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder